Virgar T. Dalsgaard
-----
Fyri einum mánaði síðani hevði eg eitt ummæli av bókini »Tey sóu reytt« í fleiri fjølmiðlum. Við tað, at eg helt bókina vera eina alt for grunna analysu av teimum vinstravendu fanatikarunum í 60´unum og 70´unum, bleiv »ummælið« reelt til eitt korrektiv. Hetta østi summar menn, men nógv fólk, sum eg havi tosað og mailað saman við fegnast og halda, at tað var upp á høgu tíð og avgjørt harðliga tiltrongt, at »ørskapurin« í 70'unum var tikin upp til nærri viðgerðar!
Ein av teimum, sum fílist, er harra Kári Thomsen, og hann sigur beinleiðis, at tað ikki passar, sum eg skrivi. Tað vil eg ikki hava sitandi á mær, so tessvegna noyðist eg at taka harra Thomsen í skúla.
1) K. T. sigur t.d. , at presturin Petur Andrew Petersen ikki varð forfylgdur av teimum ungu fantastunum, sum tóku ræði í St. Kongensgade. Her kann eg vísa til bókina, Tær ynsktu sær hús hjá Tí føroyska kvinnufelagnum í Kjøpinhavn, har P. A. P á síðu 72 diplomatiskt sigur, at »hann kom í neyð av teimum ungu«, og tí flytti hann og familjan út, tá ið tey bara høvdu búð í Húsinum eitt ár. Annars havi eg tosað um prestin við fleiri núverandi akademikarar, bæði herniðri og í Føroyum, og fleiri av teimum siga, at teir halda, at ungdómurin fór heilt órímuliga illa við presti. T.d. var bilurin hjá honum fleiri ferðir lamin av herverki, so hann ikki slapp at passa sítt meinigheitsarbeiði, eitt nú við vitjan av og ørindum fyri føroyskar sjúklingar, sum vóru á tí táverandi patient-hotellinum í Gothersgøtu. Tað var ússaligur atburður, og øll, sum kendu P.A.P. vita, at hann var avgjørt ikki nøkur bloyta. Hann var treiskur og hjálparfúsur, so tá ið hann kapituleraði, hevur staðið nógv á. So her noyðist eg at belæra K. T. um, at hann tekur alvorliga feil!
2) So sigur hann, at tað ikki passar, at K. Út.-hvølparnir avskeplaðu Oyggjaskeggja og tóku ræðið á honum. Eg havi tessvegna verið á Tí kongiliga Bóka-savninum og fingið bløð frá 70´unum og 80´unum til gjøgnumhyggingar. Vanliga plagi eg at líta á mítt minni, men nú skuldi ikki gretta, tað skuldi ikki vera nakað ivamál! Og hvussu avtornaði so, harra K.T? Jú, tað vísti seg at vera, sum eg ørmintist. Frá 1977 og inn í 80´uni eru javnliga greinir í Oyggj-askeggja, sum eru skrivaðar av ávikavíst Komm. Út.-fólki og FS´arum. Greinirnar eru totalt óviðkomandi og næstan ólesiligar fyri tey, sum ikki eru ortodoksir kommunistar. Har skeldast menn um marxismu, maoismu og onkuntíð um ”Fyrsta mei-parolur.” Fyri K.Ú. er tað oftast Klæmint Olsen, sum skrivar. Fyri FS er tað mest Hans Pauli Strøm. Burtursæð frá, at eg ikki nevndi HPS, er hetta identiskt við tað, sum eg skrivaði í ummælinum. Nógvir útisetar eru fúsir at vitna um bæði prestin og Oyggjaskeggja. Tað var altso ikki mítt minni, sum sveik, harra Thomsen! Eru tygum nakar maður, haldi eg, at tygum skylda mær ein umskyldning!
3) So sigur, K. T., at eg ikki havi verið at sæð í útisetaumhvørvinum, hvørki í 60´unum ella 70´unum, og tað skal helst vera tí, at eg havi krógvað meg og ikki viljað luttikið í føroyskum mentunnartiltøkum. Hetta er løgið, tí onkur helt nú ein dagin fyri, at tað var næstan ikki ein útisetafundur, har eg ikki hevði havt orðið, og annars var eg blaðstjóri á Oyggjaskeggja fyrst í 60´unum, formaður í Studentafelagnum mitt í 60´unum og stóð fyri fleiri studenta-kabarettum, so heilt anonymur var eg ikki, men øll heildaruppfatan er sjálvandi relativ. Fyrst í 70'unum umboðaði eg Javnaðarflokkin saman við Mikkjali Nielsen á stórfundi í Pæsastovu, og endiliga vitjaði eg fleiri ferður í St. Kongensgade, men bæði eg og konan ógvaðust yvir hússetrið og tey ónossligu hølini, men tað er so tað, sum K.T. minnist sum hugna og ikki minst MENTAN. Vani og smakkur er sjálvandi relativur, - ein illfýsnan dag kunnu vit saktans halda tað vera hugnaligt at drekka kaffi í einum skúrvogni! Men generelt var tað hvørki hugni ella kulturur í St. Kongensgade, og tað var m.a. tí, at Kvinnufelagið slapp sær av aftur við húsini í 1977! Tað bleiv ikki nógv mætari, tá ið menn so leitaðu sær yvir í Rantzausgøtu á Nørrebrúgv, og m.a. tí var Ballerup-felagið stovnað. Hetta felag var lagt fyri hatur av Húsa-monnum, og teir kallaðu tað fyri Slipsafelagið, tí fólk vóru snákaði og hampuliga væl ílætin, tá ið tey komu til fundar ella veitslu. Í hesum felagi havi eg ongantíð møtt Kára Thomsen., men eg havi trivist væl, og har fylktust nógvir kultiveraðir útisetar, men teir vóru nokk mentaðir uppá ein annan máta enn Kári T. og hansara húsaneytar. Men aldantíð, at eg visti væl av Kára, meðan hann ikki hevur varnast meg, má hann antin hava verið dopaður ella óvanliga dølskur.
4) Endiliga veit Kári T. at siga, at eg eri gamal og súrur. Hetta eru lemjandi interessant argumentir, og her er Kári sterkur í debattini. Eg kenni meg nevniliga ikki sørt raktan, tí nakar spelkin ungdómur sum t.d. Thomsen eri eg bestemt ikki. Súrur eri eg eisini viðhvørt, umenn ikki konstant, men eg átti allarhelst at skemta meira, enn eg geri. Eg taki undir við Ludvig Holberg, sum helt fyri, at látur er meira filosofiskur enn grátur. Eg havi eisini altíð tikið undir við skaldinum og sambands-manninum, Rasmussi Effersøe, sum yrkti, at man í vertsskapi skal vera fróur og glaður. Hetta eru ”slipsafólk” fantastisk til, so tessvegna ráði eg Kára til at fylkjast á veitslu við okkum Ballerupsfelagsfólki næstu ferð, hann kemur til Danmarkar. Soleiðis kunnu kanska tvørir húsamenn og ”borgarligir” útisetar endiliga eftir hálvanannan mansaldur við køldum kríggi rætta hvørjum øðrum hondina og skemta í sameksistensi bæði uttan og við slipsi.










