Aftursvar til Jonnu Justinussen, fyrrverandi lærara í Mikladal

    

Abraham Mikladal
????????????????
Tú spyrt um tað er mátin, at gera tað meira liviligt hjá fólki á útoyggj, við at taka til orðana í bløðunum. Eg eri rættuliga vísur í at tað er ein av fleiri gongdum leiðum.
Tað hevur stóran týdning at taka støðu og verða virkin samfelagsborgari.
Tað eru alt ov fá, sum tora at trýna fram og tosa Roma ímóti ella siga sína hugsan um ymisk samfelagsviðurskifti. Men eg skilji tað væl tí prísurin kann verða "berufsverbot" og marginalisering í samfelagnum.
Eg hevði og havi tað støðu, at skúlin á Trøllanesi átti at verið tikin í nýtslu aftur og gjørdi vart við hetta í bløðunum. Nú havi eg so tala at, tí hesi "somu" fáu fólk ikki vilja nýta demokratiskan framferðarhátt og skriva út fólkaatkvøðu um samanlegging við Kl. Kommunu.
Talan hevur ikki verið um nakra útspilling ella ljót lesarabrøv. Havi lagt navn til tað, ið eg havi skriva og tey, ið eg havi nevnt við navni eru at meta sum almennir persónar, fyrr- og núverandi bygdaráðslimir í Mikladals kommunu.
Hinvegin hava eg og onnur, ið hava tala fyri at taka skúlan á Trøllanesi í nýtslu aftur, fingið dulnevnd brøv, við útspillandi og hóttandi innihaldi.
Lat meg gera greitt at Mikladal og Trøllanes skulu verða meir enn vælkomin í Kl. Kommunu. Men eg haldi fast við at tað skal gerast við eini fólkaatkvøðu.
Tey, ið sita í bygdaráðnum í Mikladali, fóru ikki uppá val í 2000 fyri at leggja saman við Kl. Kommunu! Sostatt hava tey ikki biði borgararnar um hesa heimild.
Allar aðrar kommunur, sum er upploystar hava havt fólkaatkvøðu. Eisini Elduvík og Hellurnar, ið ætla at leggja saman við Runavík, fara at halda fólkaatkvøðu tann 17. apríl.
Eg kann eisini kunna teg um at:
?2 av 3 bygdaráðslimum í Mikladali hava innlima Mikladals kommunu í Kl. Kommunu. (tann eini ynskti fólkaatkvøðu, og tað skal hon hava rós fyri)
?Seinni býráðsfundurin í Klaksvík, um samanleggingina, var niðurlagdur, tí at borgarstjórin, vegna eitt samt býráð skuldi heita á bygdaráði í Mikladals kommunu um at halda fólkaatkvøðu, men bygdaráðsformaðurin í Mikladali var ikki til at vika.

Ímynda tær at 6 býráðslimir høvdu innlima Kl. Kommunu í Tórshavnar Kommunu. Tað hevði ikki sloppi óátala aftur við borðinum. Tað hevði snøgt sagt ikki verið góðtikið av nøkrum.
Tað eru tveir menn í bygdaráðnum í Mikladali, sum ikki hava diplomatiskan og fólkaræðisligan hugburð. Teir ynskja hvørki at fara til val í heyst ella at skriva út fólkaatkvøðu um samanlegging.
Grundgeving teirra er at Kl. Kommuna heldur ikki hevur fólkaatkvøðu.
Men tað heldur ikki.
Kl. Kommuna frásigur sær eingi rættindi ella heimildir, men tað ger Mikladals kommuna. Mikladals Kommuna verður strika, sum kommuna.
Og tann brennandi spurningurin er: Hví vilja hesir báðir ikki hava eina fólkaatkvøðu?? Er tað tí eitthvørt stendur í sáttmálun-um, sum teir meta ferð at gera tað at ein meiriluti hevði verið ímóti? Er tað skúlamálið, sum spøkir?
Er sáttmálin millum Kl. Kommunu og Mikladals kommunu, við ØLLUM undirskjølum, gjørdir borgarunum í Mikladals Kommunu kunnigir? Er tað samlaða sáttmálaverki sent borgarunum ella sligið upp í kunngerðar talvunum í bygdunum báðum?
Síðani sigur tú, at eg skildi lesarunum at fortelja teimum at kona mín er Olga Biskopstø. Tað havi eg ongan trupulleika av, tí eg havi stóra virðing fyri konu míni. Hon er ein sjálvstøðugur, virkin og vælmeintur persónur, sum hevur brúkt nógva tíð tey seinastu 4 árini til at tosa søk útoyggjana, fyri stórt sæð onga samsýning
Hon er ikki forkvinna í Útoyggjafelagnum, men samskipari. Útoyggjafelagið hevur eina nevnd við Óla Jákup úr Dímun, sum formanni. Sjálvur eigi eg ongan leiklut í Útoyggjafelagnum.
Í ósemjuni um skúlan á Trøllanesi, royndi hon semju millum partarnar - púra sjálvboðin, men hon, eins og hini sum royndu, kom ikki á mál, orsaka av eini sera stívrendari og ódiplomatiskari støðu hjá teimum "somu" fáu í Mikladali og har ímillum var tú, tá.
Kann nevna til síðst at hóast tey á Trøllanesi hava skriva fleiri brøv til bygdaráði í Mikladali og biði um fund o.a., so er einki svar komi - kann tað sigast at vera semjusøkjandi og í trá við demokratiska hugburð?