Tað er rætt, sum tað verður víst á, at tað hevur gingið striltið við at implementera ásetingarnar í teimum sáttmálum, sum Føroyar gjøgnum árini hava tikið undir við á náttúruverndarøkinum, m.a. átjóða sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi, RAMSAR sáttmálan og AEWA sáttmálan.
Nakað er tó gjørt m.a. í sambandi við sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi. Føroya Náttúrugripasavn hevur tilevnað frálíku bókina Føroya Náttúra, sum í teksti, myndum og á kortum lýsir margfeldið í føroysku náttúruni. Hetta arbeiði hevur beinleiðis við grein 6 í sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi at gera. Somuleiðis hevur Náttúrugrípasavnið skrásett og kortlagt øll plantu- og djórasløg í náttúruni í ein dátugrunn sambært grein 7 í sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi. Harumframt hevur náttúrugrípasavnið gjørt reyðlistar, hvørs endamál er at lýsa hótt plantu- og fulglasløg í Føroyum, men hetta arbeiðið gongur tíverri striltið orsakað av vantandi játtan.
Somuleiðis eru á fíggjarlógini fyri 2010 settar 2 mió. kr. av til nýggjar bygningar til Skógrøkt landsins. Arbeiðið á gróðurstøðini og hjá Skógrøkt landsins er nettupp at verja trøð- og plantusløg í Føroyum, umframt at granska, hvørji av hesum sløgum hava góð líkindi at vaksa í Føroyum. Hetta er avgjørt ein týðandi liður í at verja plantu- og viðarvøkstur í føroysku náttúruni. Harumframt skulu karmarnir gerast betri á gróðurstøðini soleiðis, at útbúgvingartilboð til ung verða innan hetta øki.
Í tí stóra heila er hetta tó alt ov lítið, ið mun til, hvat verulig vernd av náttúruni krevur. Vit hava í Føroyum í alt ov mong ár verið upptikin av teirri sjónligu dálkingini í náttúruni, t.e. oljudálking, veðurlagsbroytingum v.m., men tann veruliga hóttanin móti náttúruni er tann dálkingin og hóttanin, ið ikki er so sjónlig. Vit geva okkum ov lítið far um verju av plantu- og djóralívi og jørðildi, men eru í ov stóran mun upptikin av umhvørvisdálkingini ella tí, sum vit kalla teirri sjónligu dálkingini í náttúruni. Tað er í tøkum tíma, at vit broyta hugburð og fyrisita og verja okkara náttúru til tess at fyribyrgja, at alsamt fleiri hótt plantu- og djórasløg doyggja út.
Tann nógv umrødda náttúruverndarlógin hevur verið ávegis í langa tíð, og nú hon loksins varð liðug, hevur verið til hoyringar og skuldi leggjast fyri tingið, varð hon steðgað orsakað av manglandi fígging, sum skyldast døpru fíggjarútlitunum í løtuni. Lógin um náttúruvernd er mett at kosta umleið 2-3 mió árliga í fyrisiting, og hetta er neyðugt at játta til hesa lóg, um hon yvirhøvur skal gera nakra nyttu. Náttúruverndarlógin leggur nettupp upp til vernd av náttúru, plantum, djóralívið og jørðildi, og vil eg raðfesta hesa lóg ovarliga og vónandi fáa undirtøku fyri at leggja hana fyri Løgtingið hóast alt, tó við gildiskomu 1. jan 2011.
Plantagan og grøn øki
Í sambandi við frálíka átaki um at hava eitt grønt frílendi í Hoydølum haldi eg, at Janus Hansen hevur misskilt meg eitt sindur. Umframt at umsita náttúruvernd og umhvørvisvernd so umsiti eg eisini málsøkið býarskipan og lendisskipan, og tað var í tí sambandi at talan kom inn á grøn øki og týdningin av hesum. Lógin um býarskipan og byggisamtyktir liggur undir Innlendismálaráðnum, og havi eg sum landsstýriskvinna eisini ábyrgd av, at grøn øki verða raðfest, og tað var í hesum sambandi, at eg tók plantaguna fram sum eitt fyrimyndarliga gott dømi uppá góða býarskipan, har man raðfesti eitt grønt øki, sum hevur fingið alstóran týdning fyri trivnaðin í einum býi. Við vón um gott samstarv og íblástur innan nátturu- og umhvørvisvernd í Føroyum.