Aftursvar til Jan Danielsen, bygdaráðslim í Nes kommunu

Til tínar viðmerkingar í Sosialinum 5. apríl og Dimmalætting 6. apríl er stutt og greitt at siga, at tær eru sera villeiðandi og ósannar.

Fólk kunnu síggja hetta við at lesa alla fundarfrásøgnina frá bygdaráðsfundinum 11. mars, har týðuliga kemur til sjóndar, at við tilmælinum frá einari samdari teknisku nevnd, hevði Nes kommuna fingið munandi fleiri krónur til íløgur í 2002 - bæði til havnalagið og til eldrasambýlið.
Annars skalt tú hava stóra takk fyri reklamuna!