Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður
Í samband við sokallaða “Pakkan”, sum landsstýrið arbeiðir við, bjóðaði eg báðum kommunufeløgum á fund her í Fíggjarmálaráðnum. Á fundinum luttók borgarstjóran í Havn, sum eisini er formaður fyri KSF og formaðurin fyri Føroya Kommunefelag. Eg gjøgnumgekk tær ætlanir, sum vit arbeiða við og vóru ríkiligir møguleikar at fáa útgreina ávís viðurskifti umframt at gera viðmerkingar – eisini kritiskar. Tað var júst endamálið við fundinum. Fundurin tyktist sera jaligur, og dagarnir eftir hoyrdist einki frá hvørgum av kommunufeløgunum.
Men nú knappliga kemur Heðin Mortensen sum ketta upp úr høvdatrog við sera hvassum atfinningum í bløðunum, í útvarpi og á øllum portalum, tó framvegis uttan at hava sett seg aftur í samband við meg ella Fíggjarmálaráðið. Løgin arbeiðsháttur.
Undir yvirskriftini “ Landið tekur til sín frá kommununum” finst Heðin Mortensen harðliga at búskaparligu ætlanum hjá Fíggjarmálaráðnum ella sokallaða `”Pakkanum..”
Fyrst ein lítil rættleiðing. Í grein síni tosar Heðin Mortensen um kreppupakkan hjá landinum. Hetta er misskilt, tí talan er ikki um ein kreppupakka, men um ein pakka við:
* Bygnaðartiltøkum
* Rakstar og rationaliseringstiltøkum
* Virkisskapandi tiltøkum
Í greinini sigur Heðin Mortensen, at landið tekur til sín av tí sindrinum, ið kommunurnar fáa í dag,. Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at kommurnar bert fáa eitt sindur. Gongdin seinastu nógvu árini vísir nakað heilt annað. Talvan niðanfyri vísir, hvussu parturin hjá ávikavíst kommunum og landið av skattskyldugu inntøkunum hjá borgarunum hevur býtt seg seinni árini.
1985 2007
Kommunurnar partur av skattskyldugu inntøkunum 12,9% 16,4%
Landskassans partur av skattskyldugu inntøkunum 21,0% 16,7%
Verður hugt eftir roknskapartølunum fyri árini 1997 – 2007 sæst, at landið hevur økt sínar útreiðslur til rakstur og løgur munandi minni enn kommunurnar hava og enntá munandi minni enn vøkstuirn í brouttotjóðarúrtøkuni í sama tíðarskeiði. Talvan niðanfyri vísir gongdina.
Útreiðsluøking hjá kommunum frá 1997-2007 238%
Útreiðsluøking hjá landinum frá 1997-2007 75%
Vøkstur í BTÚ frá 1997-2007 110%
Onkrar uppgávur eru í hesum tíðarskeiði lagdar út til kommunurnar at umsita. Barnverndin varð løgd út á tann hátt, at landið lækkaði landsskattin eitt prosentstig, móti at kommurnar kundu hækka sítt prosent tilsvarandi. Tá barnaansingin bleiv flutt til kommunurnar, fingu kommunurnar kompenserað væl meir enn barnaansingin tá kostaði. Men kommunurnar hava tó síðan útbygt hesa tænastu munandi.
Tað er tó ein sannroynd, at kommunurnar seinnu mongu árini hava tikið ein størri og størri part av teimum skattakrónum, ið kravdar verða frá borgarunum, men avgerandi er tó ikki, hvat land og kommunur taka frá hvørjum øðrum, men heldur hvat borgarin far aftur fyri tað, ið land og kommur taka frá honum.
Men mín niðurstøðan er - fyri at brúka orðini hjá Heðini Mortensen - at tað er sera ivasamt, um kommunurnar nú fingu ein lítlan og landið ein stóran. Kanska var tað beint øvugt.