Aftursvar til Høgna Hoydal

Í Sosialinum leygardagin 18. september 1999 er stór yvirskrift: Høgni Hoydal skelkaður, av tí at formaðurin í størsta fakfelagnum í landinum skal brúka ósannindi í royndunum at fáa fólk at venda sær frá fullveldispolitikarunum.

Eg haldi, at flest allir føroyingar hava lagt til merkis, at niðurlagið hjá Høgna Hoydal mótvegis teimum, ið ikki eru samd við hann og hansara flokk, verða løgd undir, at tað, tey skriva og siga, er ósannindi. Tað er ikki bara undirritaða, ið verður løgd undir at siga ósatt, men allir teir politisku floksformenninir, ið hava eina aðra hugsan um fullveldi enn Høgni Hoydal, siga ósatt.

Sjálvt um teir búskaparfrøðingar, ið hann sjálvur setti at skriva Hvítubók, siga, at tá blokkurin verður tikin burtur, versnar livifóturin, vit fáa arbeiðsloysi, lønarlækkan og fráflyting, so roynir Høgni Hoydal at burturvísa hear avleiðingar, ið koma at raka fólk okkara.

Man má síggja veruleikan í eyguni og greiða Føroya fólki frá, at loysing kostar. Tað sigur seg sjálvt, at tá 1 milliard krónur fer úr búskapinum, sæst tað aftur fíggjarliga. Hví ikki vera sannførur og siga sum er?


Heimarøktin

Eg sigi ikki ósatt, tá eg vísi á sparingar innan Heimarøktina. Høgni Hoydal kann fara út og spyrja tær heimahjálpir, ið vórðu uppsagdar vegna sparingar, ella hann kann fara til tey sjúk og eldru, ið hava brúk fyri hjálp. Spyr, hvussu nógvar tímar tey fáa í heimahjálp, og hvussu nógvir tímar eru spardir burtur hjá hesum fólkum.

Høgni Hoydal kundi eisini hugt eftir, hvussu nógv av játtanini til heimarøktina fer til umsiting.

Tað skerst heldur ikki burtur, at innan heilsuverkið, ið er niðurpínt, eru ikki nakrir sjónligir batar, tvørturímóti. Tað, tú hoyrir innan heilsuverkið, er sparingar; vit hava hoyrt um deildir, ið talan hevur verið um at lata aftur, vit hava hoyrt um, hvussu starvsfólkið innan heilsuverkið hevur átalað tær nógvu skerjingarnar øll hesi seinastu árini.


Pensiónir hækkaðar

Høgni Hoydal sigur, pensiónirnar eru hækkaðar munandi. Ja, viðbøturnar hækkaðu 61 krónur um mánaðin fyri hvønn pensiónist 1. januar í ár, og 149 krónur í hækking skal eitast at vera prístalsregulering, men henda regulering skuldi sjálvandi verið fleiri ferðir 149 krónur. Hvat heldur Høgni Hoydal, samgongulimirnir høvdu sagt til 200 krónur í lønarhækkan í staðin fyri tær 9-10.000 krónurnar, teir fingu í lønarhækkan um mánaðin fyrr í ár?

Hvat so pensiónirnar koma at hækka komandi ár, vil tíðin vísa.

Tað, landsstýriskvinnan í almannamálum segði um pensión, kann síggjast í svari hennara til fyrispurningin, hon fekk á tingi um ætlanina við framtíðar pensiónsskipanini í Føroyum. Svarið var so gott, at Óli Breckmann fór upp á tingsins røðarapall og takkaði henni fyri svarið, tí hetta var tað, ið Fólkaflokkurin hevði ynskt í nógv ár. Meiri nýtist ikki at siga um hatta málið nú.


Karensdagar og sjúkradagpeningur

Viðvíkjandi karensdøgunum og sjúkradagpeningaskipanini skal eg enn eina ferð vísa á, at tað er ikki ein sáttmálaspurningur, men ein løgtingslóg. Skulu arbeiðsgevararnir gjalda karensdagarnar, skal tað gerast við einari løgtingslóg. Tað eru bert undanførslur, tá Høgni Hoydal sigur, hann er ímóti, at politikarar blanda seg ov nógv upp í arbeiðsmarknaðin, tað hevur einki við karensdagarnar at gera.

Takið teir av, so allir løntakarar eru líka stillaðir fyri lógini.

Men tað er altíð lættari at nýta umberingar fyri at sleppa undan at taka støðu í einum máli. Formaðurin í størsta fakfelag í landinum torir enn at siga sína meining, eisini at taka eina støðu, sjálvt um tað ikki altíð verður so væl upptikið, tó uttan at nýta ósannindi, sum Høgni Hoydal førir fram.

Men tíveri sær ikki væl út fyri demokratiið, tá eingin má ditta sær at hava aðrar hugsanir frammi enn tær hjá Høgna Hoydal, uttan at tey fáa eina skolu fyri og aðra eftir.

Sær ikki væl út fyri skrivi- og talufrælsi í framtíðini. Enn hava vit henda møguleika. Nýtið hann!


Tórshavn

tann 25. september 1999

Ingeborg Vinther