Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Vit ætlað okkum ikki út í nakað alment kjak við onnur fakfeløg, men tær viðmerkingar, sum formaður Starvsmannafelagsins er komin fram við í fjølmiðlunum í samband við sáttmálasamráðingar okkara skulu ikki standa ósvaraðar.
Formaðurin fyri Starvsmannafelagið róði í sjónvarpinum m.a. uppundir:
?at undirritaðu feløg høvdu latið verkfallsrættin frá okkum,
?at limir okkara við semjuni fara at verða fyri einari reallønarlæking og
?at vit saman við arbeiðsgevarasíðuni royndu at leggja okkum út í samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Vit hava ikki latið verkfalsrættin frá okkum.
Tað er ikki rætt, sum formaðurin róði uppunir, at vit hava latið verkfallsrættin frá okkum.
Tað sum vit hava avtalað er, at í einum 2-ára tíðarskeiði skulu nøkur arbeiði á sjúkuraktum alibrúkum verða undantikið møguligum verkfalli.
Hetta varð gjørt partvíst fyri at forða fyri lógarinntrivi á økinum og eisini fyri at medvirka til at alivinnan, sum er sera illa fyri, fær møguleika fyri at fóta sær aftur.
Nevnda avtala var partur av tí semju, sum partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum hava gjørt, og tí er tað beinleiðis skeivt at skuld-seta okkum fyri at hava latið verkfallsrættin frá okkum.
Vit valdu at styrkja eftirlønargrunnar okkara.
Tað undrar okkum, at formaðurin fyri Starvsmannafelagið alment fer út og greiðir frá, at semjan á privata arbeismarknaðinum fer at geva limum okkara eitt reallønarfall.
Formaðurin í starvsmannafelagnum veit, at limir okkara hava tørv á einum styrktum eftirlønargrunni og hetta kann gerast, antin við at arbeiðsgevararnir skulu økja um tey inngjøld, sum teir skulu gjalda til hesar skipanir okkara, ella at limirnir sjálvir skulu gjalda.
Vit kunnu staðfesta, at limir okkara yvir 2 ár fáa 3 % meira frá arbeiðsgevar-unum, og vit valdu, eftir ynski frá fleiri av limum okkara, at lata hesar hækkingar fara til til eitt nú eftirlønarskipanir okkara.
Tað er ikki rætt, at limir okkara við hesum hava útlit fyri einari reallønar-lækking, tí um vit skuldu fylgja ynskjunum um at styrkja eftirlønarskipanir okkara, so høvdu vit tvey í at velja, nevniliga, at latað limirnar sjálvar gjalda (meira) til hesar skipanir, ella lata arbeiðsgevararnar gjalda. Vit valdu tað seinna, og tí sleppa limir okkara frá sjálvir at brúka størri part av løn sínari til eftirløn.
Vit fara staðiliga at stríðast fyri at limir okkara ikki dragna enn meira í mun til tey alment løntu
Formaðurin fyri Starvsmannafelagnum veit væl at tað eru limir okkara, sum halda vinnuhjólinum malandi og eru við til at halda hesum samfelag uppi. Tað eru limir okkara, sum hvønn dag stríðast í privatu útflutningsvinnu okkara, soleiðis at vit kunnu hava ráð til at hava eina góða almenna umsiting. At lønir ikki eru líka vita vit fullvæl, men tað kann ikki vera rætt, at hvørja ferð limir okkara fáa kr. 5,00 í lønarhækking, so skal tann alment lønti hava kr. 5,50 og meira og hetta hevur verið gongdini mongu seinastu árini, har øll feløg hava fingið somu prosentvísu hækking, men ikki somu hæking í krónum.
Formaðurin fyri Starvsmannafelagið skal tí vera fullvísur í at vit áhaldandi fara at stríðast fyri at lønargjógvin millum tey, sum starvast hjá landið og kommunum og limum okkara á privata arbeiðsmark-naðinum ikki framhaldandi skal breiðkast.