Aftursvar til Annitu: ? oljuavgjaldið er ikki nakað umhvørvisgjald men ein asosialur brúkaraskattur

Annita hevur stórliga mistikið seg, tá hon trýr, at hon hevur tikið meg í "at gloyma egin mistøk".

Hon vísir til støðuna hjá javnaðartingfólkunum í farna valskeiði í samband við uppskot um at lækka avgjaldið á olju og bensini.
Lat okkum taka "oljuavgjaldið" fyrst:
?Hetta er nevnliga ikki nakað "oljuavgjald" - hetta er ein skattur á brenniolju til privatu húsarhaldini. Var talan um eitt umhvørvisgjald, so skuldi tað fevnt um alla ella í hvussu er størsta partin av oljunýtsluni. Tí so at siga alt CO2-útlátið kemur av oljunýtsluni. Men okkara "oljuavgjald" fevnir í høvuðsheitum bara um oljunýtsluna hjá privatum húsarhaldum, og tey eiga bara 20% av CO2-útlátinum smb. nýggju umhvørviskanningini.
?Altso uml. 80% av oljunýtsluni er undantikin "oljuavgjaldi" ! Tað er fyrst og fremst vinnulívið og skipini. Og t.d. SEV, sum einsamalt stendur fyri 14% av CO2-útlátinum. Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at tað eru hesir stóru, tungu brúkararnir av olju, sum eru avgerandi fyri, um vit verða før fyri at gera nakað sum helst við at minka um CO2-útlátið, ella um vit bara skulu lata standa til.

Fram til apríl 2000 var hetta avgjaldið á húsarhaldsbrenniolju eitt sokallað dynamiskt ella skiftandi avgjald, sum varð regulerað eftir broytingunum í oljuprísunum. Tvs. at tá prísirnir hækkaðu, varð avgjaldið lækkað, og tá prísirnir lækkaðu, varð avgjaldið hækkað. Á tann hátt útjavnaði avgjaldið príslopini í brennioljukostnaðinum hjá húsarhaldunum.
Men eftir at Prísráðið varð tikið av í 1997, grenjaðu oljufeløgini dúgliga um stríðið, tey høvdu av hesum skiftandi oljuavgjaldinum. So kom ein landsstýrismaður í fíggjarmálum í 1998, sum lurtaði eftir teimum, og hann tók tað av. Og frá 1.4. 2000 fingu vit ístaðin eitt fast brennioljuavgjald, sum gjørdi, at tá oljan dýrkaði, skuldi eisini gjaldast meira í avgjaldi, og tá oljan bleiv bíligari, skuldi eisini gjaldast minni í avgjaldi. Samstundis nýtti landsstýrismaðurin høvið til at hækka hetta fasta avgjaldið so mikið, at landskassin fekk eina eyka árliga skattainntøku upp á einar 25 mió.

?Eitt er, at hetta avgaldið bara er ein skattur á privatu húsarhaldini, meðan allir teir stóru oljuslúkararnir eru undantiknir. Men hesin skattur er eisini asosialur, tí hann vendir tann tunga enda niðureftir: sum eitt fast gjald tyngir hann meira um húsarhaldið, jú lægri inntøkan er. Hinvegin jú hægri inntøkan er, jú minni hevur hesin skattur lutfalsliga at týða. Tað var hetta Javnaðarflokkurin vísti á fleiri ferðir í farna valskeiði.
?Annita er í teirri hepnu støðu, at hon situr í samgongu, sum hevur makt til at broyta hesi viðurskiftini. Um hon ikki heldur tað er umhvørvisliga í lagi, at útvið 80% av oljunýtsluni er frítikin fyri oljuavgjald, so er bara hjá samgonguni at spæla út við einum ella helst fleiri uppskotum. Eg ivist ikki í at Javnaðarflokkurin fer at verða konstruktivir í viðgerðini.

Annita nevnir eisini, at Javnaðarflokkurin atkvøddi fyri at minka avgjaldið á bensini. Eisini her "gloymir" Annita at fortelja, at ein høvuðsgrundgeving fyri hesum var at minka um munin millum prísin á diesel og bensini. Tað varð gjørt nógv burturúr at vísa á ta skeivu gongd, at tann ovurstóru munurin millum diesel og bensin lokkaði óneyðuga nógv at skifta frá bensin til diesel. Hatta var og verður hildið at vera umhvørvisliga ógviliga óheppið, tá meginparturin av koyringini bara snýr seg um koyring á stuttum teinum í bygdum øki. Fyrimunurin við diesel er einans á longri strekkjum millum bygdir. Veruleikin er, at munurin millum bensin og diesel átti at verið minkaður uppaftur meira. Tað skuldi ligið væl fyri hjá Annitu at fingið hennara landsstýrismann at seta avgjaldið á diesel upp og niður á bensini. Tað hava tey jú makt til at gera í samgonguni - um tey vilja.

Landsstýrið hevur tveitt alla umhvørvisábyrgd á kommunurnar
Skulu vit tosa um umhvørvisábyrgd, so er tað tann syrgiligi veruleikin, at landsstýrið hevur tveitt hetta yvir á kommunurnar. Vatn, kloakkering, rusk, spillolja osv. Hvussu hevði skilið verið uttan kommunalu stovnarnar IRF og KOB? Tað, sum yvirhøvur er hent á umhvørvisøkinum, hava kommunurnar og teirra felagsskapir staðið fyri. Tað hevur í stóran mun verið uttan landsstýrisins stuðul.
Takið ruskskiljingina sum dømi: Longu fyri einum 4 árum síðani heitti IRF á landsstýrið um at fáa gjørt eina kunngerð um ruskskiljing. Ikki eingong hetta hevur landsstýrið kunnað gjørt. Tað seinkaði málinum nógv, til IRF so kortini fór undir skiljingina av sínum eintingum. Og tað er eisini ein av grundunum til, at enn er ongin ruskskiljingarskipan í miðstaðarøkinum, har meir enn 1/3 av fólkinum býr.
Eitt annað dømið er spilloljan. Har hava kommunurnar gjøgnum IRF eina innsavningarskipan, sum ger at tey fáa útvið 2/3 av spilloljuni innaftur til spilloljuverkið hjá IRF. Landið stuðlar her við at lata eina kr. fyri liturin, men tað er so langt ífrá at tað svarar til útreiðslurnar. Annars tekur landsstýrið onga ábyrgd av hesum - tað er ikki so frægt at tær lógar- ella kunngerðarreglurnar eru gjørdar, sum eru neyðugar fyri at fáa alla spilloljuna innaftur, so hon ikki endar sum umhvørvisdálking á sjógvi og landi.
Tí er tað heilt burturvið, tá Annita á Fríðriksmørk skjýtir eftir mær og Javnaðarflokkinum fyri vantandi umhvørvisábyrgd. Tað er júst landsstýrið hjá Annitu, sum svíkur. Men samgongan fær høvið at vísa sína ábyrgd fyri umhvørvinum í verki: Javnaðarflokkurin hevur lagt eitt uppskot fram, sum skal gera tað møguligt hjá IRF at kunna fara undir neyðugar umhvørvisíløgur uppá tilsamans 180 mió. kr. tey næstu 7-8 árini. Hetta uppskotið er nú til viðgerðar í fíggarnevndini. Vit fáa so at síggja, um Annita og hennara samansvornu lagsfelagar, Jenis á Rana, Óli Breckmann og hini samgongufólkini liva upp til hesa ábyrgd, ella eisini hesa ferð renna undan henni.