Talan er um dadlur av merkinum, Änglemark soft dadler, og er talan um posar við 200g. Og sum eru merktar við haldførisdegi til ávíkavist 25-06-2015 og 30-06-2015.
Í fráboðanini, sum Starvsstovan hevur lagt á heimasíðu sína, verður sagt, at vøran verður afturkalla, tí posarnir eru uppblástir vegna gering. Tá gering styttir um haldføri og harafturat broytir smakk, lukt og konsistens, verður vøran mett óegnað sum mannaføði, skrivar Starvsstovan á heimasíðuni.
Talan er um vøru, sum er seld í fleiri føroyskum handlum.