Maxim letur uppaftur ið hvussu er eitt kvøld, leygarkvøldið 22. oktober, tí at tað gamla jetsettið er líkasum farið at forvitnast og droyma nostalgiskt, kanska mest tí, at tann platta útgerðin hjá húsaorkestrinum, Maxim við Róin Siggertsson, Hans Petur í Brekkunum og Paula Magnusen brádliga lúkar nútíðarinnar strongu krøv
Tað gamla húsaorkestrið, Maxim, brúkti eitt keyboard við rútmubox tá tíðliga í 1990'unum. Krøvini eru tíbetur nógv herd síðan tá, og tað nýggja orkestrið letur seg í tíðarmaskinuna og surrar aftur í tíðina við dygd sum viðføri og er longu búgvið til tað stóra Maxim-kvøldið, sum er í deep, hølunum hjá Havnar Klubba.
Húsaorkestrið, Maxim, verður mannað við Brandi Jacobsen, trummur, Ólavi Øster, guitar, Paula Magnussen, bass og sang, Róin Siggertsson, keyboard og sang og Hans Petur í Brekkunum, sax og sang. Orkestrið spælir í trimum umførum, ein tíma í senn. Í orkesturssteðginum verður sama slag av musikki, sum var brúktur til tað ómetaliga væl eydnaða Dallas-kvøldið herfyri at hoyra.
So tiltakið Maxim letur uppaftur verður avgjørt eitt kvalitetsátak. Eisini tí, at tað, sum fyrireikararnir hava skeltað við um tann reyða leyparanum, er tann beiski veruleiki, siga fyrireikararnir.
Tann reyði leyparin verður veruliga rullaður út klokkan 22, tá ið Einmalt, felagið við Føroya størsta whiskysavni broytir barrina niðriundir í deep til whiskybarr. Einmalt brúkar síni serligu specialgløs hetta kvøldið at skeinkja whisky í.
Samstundis serverar kokkurin hjá William's Catering, Jensia Niclasen, ymisk sløg av kaviari á blinis, pannukakur, sum kaviarur verður lagdur á, pinnamat og sjampanju.
Atgongumerki verða at fáa í forsølu í Tutl í miðbýnum í Havn og í Baresso í SMS. Fyrireikararnir minna á, at til Dallas-kvøldið fyri kortum, var útselt eina viku frammanundan.










