Afturgongdin er størst í Sandoynni

Seinasta árið hevur vøkstur verið kring alt landið – uttan í sandoy

Tað gongur alsamt aftur á í Sandoynni.

Tað kann staðfestast, nú hagstovan hevur gjørt upp, hvussu nógv fólk eru til arbeiðis í teimum ymsu pørtunum í landinum.

 

Uppgerðin vísir, at seinasta árið er talið á løntakarum vaksið allastaðni kring landið, uttan í Sandoy.

Í Sandoynni hevur talið á løntakarum harafturat verið alsamt minkandi hesi seinastu árini.

Hagstovan sigur, at í hesum sambandi er talið gjørt upp eftir, hvar løntakarar búgva, ikki hvar teir arbeiða.

Uppgerðin vísir, at í 2009 vóru 618 løntakarar í Sandoy, men síðani er tað minkað á hvørjum ári, og í fjør var tað komið niður á 528 løntakarar.

Bara í fjør vóru 17 løntakarar færri í Sandoy enn í 2013, tað er ein minking á 3,1 prosent.

Men síðani hevur ætlanin verið at lata flakavirkið í Skopun upp aftur. Ætlanin hevur verið, at eini 50 fólk skulu arbeiða har, so gongst sum ætlað, síggja tølini helst nakað væl frægari út nú.

 

Hinvegin hevur framgongd verið kring alt landið hetta seinasta árið. Í Norðoyggjum vóru 103 løntakarar, ella 3,6% fleiri um árskiftið, enn tað vóru fyri einum ári síðani, og 145 fleiri enn fyri seks árum síðani. Tilsamans eru nú 2.931 løntakarar í Norðoyggjum.

Samstundis er tað bara í Norðoyggjum, at talið á løntakarum er hægri nú, enn tað var í 2009, ella fyri seks árum síðani.

 

Í Eysturoy eru nú 5.531 løntakarar og tað eru 170, ella 3,2% fleiri enn fyri einum ári síðani. Fyri seks árum síðani vóru 5.574 løntakarar í Eysturoy.

 

Í Streymoyar sýslu vóru 11.692 løntakarar um ársskiftið og tá er Havnin sjálvsagt tald við. Tað eru 2,6%, ella 301 løntakarar fleiri enn fyri einum ári síðani. Fyri seks árum síðani vóru 11.747 løntakarar í Streymoynni.

 

Størst hevur vøksturin verið í Vágum hetta seinasta árið. Á nýggjárinum vóru 1.418 løntakarar í Vágum, og tað eru 54 løntakarar, ella 4% fleiri enn fyri einum ári síðani. Fyri seks árum síðani vóru 1.435 løntakarar í Vágum.

 

Og í Suðuroy er talið á løntakarum vaksið 56 í tali, ella 2,7%, hetta seinasta árið.

Tað eru nú 2.168 løntakarar í Suðuroy, fyri seks árum síðani var talið 2.188, ella 20 fleiri enn tað eru nú.

 

Annars eru 24.250 løntakarar í Føroyum nú. Tað eru 667 fleiri enn í 2013, men tað eru kortini 1.600 løntakarar færri nú, enn í 2007, tá ið talið var hægst.