Aftur vinir

Iran og Sýrialand hava gjørt av at knýta tað diplomatiska sambandið aftur, eftir at londini ikki hava havt slíkt samband síðani 1982. Hóast Baath-flokkurin hevur sitið við ræðið í báðum londunum, hava viðurskiftini teirra millum verið kaldlig líka síðani í sjeytiárunum. Undir krígnum millum Irak og Iran í áttatiárunum var Sýrialand í parti við Iran, og táverandi sýriski forsetin, Hafiz al-Assad, tók undir við innrásini í Irak í 1991. Í síðstu viku var sýriski uttanríkisráðharrin í Bagdad, og í gjár varð so boðað frá, at londini knýta tað diplomatiska sambandið aftur.