Tað er eftirhondini vorðin fastur siður, at tá eitt kappingarár er liðugt, skal eitt ordiligt punktum setast fyri hesum. Hetta hevur seinnu árini verið gjørt við einum stórslignum gallakvøldi, og soleiðis verður aftur í ár.
Og eins og í fjør, so verður tað GÍ, sum fer at skipa fyri hesum. Mentanarhúsið í Fuglafirði er valt sum karmur um tiltakið, og vónin hjá fyrireikarunum er, at tiltakið á sama hátt sum í fjør fær dygga undirtøku frá teimum, sum ígjøgnum árið hava stríðst í mongu dystunum, sum hava verið í árinum.
Umframt møguleikan at hitta mótstøðufólk og vinir undir heldur meira róligum umstøðum enn teimum á vøllinum, so hevur ein fastur táttur í hesum verið avdúkanin av, hvørjir leikarar hava verið teir bestu í farna árinum. Tað eru liðskiparar og venjarar hjá feløgunum í bestu mans- og kvinnudeildini, sum standa fyri hesum, og er tað Sosialurin, sum stendur fyri sjálvari atkvøðugreiðsluni. Umframt kjósanir av ymsum slagi, so verða bestu málskjúttarnir á árinum eisini heiðraðir á tiltakinum, og verður hetta gjørt við gylta skógvinum, sum Thomas Dam ítróttur letur.
Tiltakið er dagfest til tann 25. oktober, soleiðis at ikki alt ov long tíð skal ganga frá kappingarloki til gallakvøldið, og tó somikið góð tíð, at leikararnir eisini hava stundir at vera við á mongu ársveitslunum, sum verða kring landið.