Aftur vandi fyri fuglakrími í Føroyum

Nú er aftur fuglakrím farið at ganga og tí er ein aftur ein føroyskur tilbúgvingar bólkur settur at eygleiða støðuna.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at fríggjadagin 18. januar komu boð um at fuglakrím av tí sera sjúkuelvandi slagnum, HPAI, varð staðfest í Danmark.

HPAI er sera álvarsom fyri fugl. HPAI smittar vanliga ikki fólk, men nøkur dømi eru um at fólk, sum hava havt tætt samband við smittaðan fugl, eru vorðin sjúk av HPAI.

Tí varð avgerð beinanvegin tikin um at seta bann fyri innflutningi av fuglum til Føroya, til vit vita meira um støðuna, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Tilbúgvingarbólkurin hevur arbeitt við fyrireikingum, um so er at vandi verður fyri, at sjúkan skal breiða seg til Føroyar.

Somuleiðis er Heilsufrøðiliga starvsstovan klár til at taka sýni og gera kanningar fyri fuglakrím um tað gerst neyðugt.

- Í løtuni verður ikki mett, at tað er neyðugt at gera onnur tiltøk móti fuglakrími í Føroyum, men fylgt verður við støðuni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.