Aftur uppsparing

Tá danska stjórnin á vári í 2004 samtykti ymsar skattalættar, bleiv tann tvungna uppsparingin samstundis sett úr gildi, men nú hava embætisfólk í fíggjarmálaráðnum skotið upp, at hon skal koma aftur í gildi í 2008. Verður tað gjørt, merkir tað, at donsku skattgjaldararnir skulu aftur rinda eitt prosent av sínari inntøku í uppsparing. Danskir búskaparfrøðingar siga seg kortini ivast í, at stjórnin fer at taka undir við uppskotinum. Teir vísa á, at tann tvungna uppsparingin hevur ongantíð verið avhildin. Harafturat er fólkatingsval í 2008, og tá plaga illa lýddar skipanir ikki at koma afturíaftur.