Nú er aftur tos um at seta á stovn eina evropeiska stórddeild í fótbólti - eina evropeisku premier league.
Sky Sports skrivar í dag, at Liverpool og Manchester United eru í samráð við FIFA um at seta á stovn eina evropeiska fótbóltsdeild, ið skal virka oman fyri vanligu tjóðardeildirnar, og sum bert skal hava tey fremstu fótbóltsliðini í Evropa.
Sky Sports skrivar, at eisini er talan um, at Chelsea, Tottenham, Manchester City og Arsenal skulu vera partur av bestu deildini, sum skal spælast paralelt við vanligu bestu deildirnar í Evropa.
Nógv óttast, at ein tílík deild hevði gjørt enda á Champions League, og evropeiska fótbóltssamgonga, UEFA, sum stjórnar Champions League, hevur sagt, at samgongan tekur harðliga frástøðu frá ætlaðu evropeisku Premier League, sum samgongan metir ferð at vera "keðilig".
Hetta er ikki fyrstu ferð, at talan hevur verið um eina tílíka deild, og fyri bert tveimum árum síðani vóru ætlanir um at gera eina tílíka deild, har stovnaraliðini høvdu trygga luttøku í deildini, og kundu ikki "flyta niður" úr deildini í 20 ár.
Sambært Sky Sports hevur forsetin í FIFA, Giovanni Infantino, verið í samráð við forsetan í Real Madrid, Florentino Perez, um stovnssetanina av evropeisku Premier League.