Aftur útlendsk vitjan í Grønlandi

Áhugin fyri Grønlandi er sera stórur, nú ísurin í Arktis bráðnar, og útlit eru fyri stórum virksemi innan ráevnisvinnuna

Fyri stuttum var ein væl mannað kinesisk sendinevnd í Grønlandi, og mánadagin kemur suðurkoreanski forsetin, Le Myung-bak, til Grønlands á almenna vitjan eftir innbjóðing frá danska forsætisráðharranum og grønlendska landsstýrisformanninum.

Fyri einum ári síðani skrivaðu Danmark og Suðurkorea undir eina avtalu um at samstarva á ymsum økjum. Arktis bleiv tá nevnt sum eitt av økjunum, og uttanríkisráðið í Keypmannahavn sigur, at høvuðsendamálið við vitjanini hjá suðurkoreanska forsetanum er at fáa staðfest, hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi og samvinnu í framtíðini.

Le Myung-bak skal hyggja at tí kenda jøklinum í Ilulissat, sum er vorðin ímyndin av veðurlagsbroytingunum, og í sama sambandi verður kannað, hvørjir møguleikar eru at samstarva innan grøna orku.

Annars er ætlanin, at undir vitjanini skulu partarnir skriva undir avtalur um samstarv millum stovnar í londunum.