Í summar vitjar Anne Mette Greve Klemensen aftur í heimbýi sínum Rødding, har hon eisini fekk høvi at prædika sunnumorgunin.
Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, hevur í summar sum vant vitjað í Rødding. Í ár sendi hon tó ein teldupost áðrenn vitjanina, og bjóðaði seg til at halda gudstænastu í Rødding Sognekirkje í meðan hon er har og vitjar, skrivar jv.dk
Prædikan snúði eg um at sleppa av við menniskjaligar fordómar, og tók støði í boðskapinum í Lukkasar evangelium, sum snýr seg um at síggja flísina í eygunum hjá hinum, men ikki bjáklan í eins egna eyga, skrivar jv.dk.
Anne Mette Greve Klemensen skal eisini prædika á Ólavsøku.