Rigmor Dam
valevni hjá Javnarðarflokkinum
??????????
Tað, sum vit í denn grad hava manglað seinastu árini, eru tey góðu gomlu politisku vinaløgini, millum føroyskar og danskar politikarar, við sínamillum forstáilsi og virðing.
Mongu konfrontatiónir-nar, sum hava verið, eitt nú tá umboð fyri donsku stjórnina hava úttalað seg um skattalættan til fiskimenn og blokkstuðlinum, eru tekin um, at danskir politikarar ikki hava verið nóg væl upplýstir um føroysk viðurskifti. Ein hin fremsta uppgávan hjá fólkatingsumboðum okkara eigur at vera at upplýsa danir, bæði embætisveldið og politikarar, um føroysk viðurskifti, so slíkar óneyðugar misskiljingar ikki koma fyri.
Fólkatingsumboðini, sum hava umboðað okkum seinastu árini, hava ikki megnað at skapað fatan fyri føroyskum viðurskiftum. Ella hava ikki vilja arbeitt fyri at betra og menna samstarvið millum londini, men hava heldur vilja annaðhvørt tøgn og stilstøðu, ella konfrontatión, klandur og øsing. Samstarvið við danir hevur verið á einum formellum støði - og tá er sjálvsagt trupult at røkka semjum ella loysnum.
Neyðugt er við sakligum monnum og kvinnum at umboða føroysku tjóðina á Fólkatingi - fólk sum taka støðið í veruleikanum - og ikki stinga høvdið í sandin.
Tí, eitt kunnu vit skjótt blíva samd um: Heima-stýrisskipanin er á nógvum økjum óhóskandi til dagsins samfelag, eitt nú, tá um ræður yvirtøkur og uttanríkispolitiskar heimildir, og fara næstu árini at seta stór krøv um úrslit og semjur millum danir og føroyingar á Christiansborg.