Aftur til handils við Norðskála

Í fleiri vikur hevur eingin stórur matvøruhandil verður við Norðskála, men hetta verður nú broytt. Fríggjadagin letur Bónus upp handil. og um nakrar vikur letur Á handil í sama øki

Í fleiri ár hevur Inn verið einasti stóri matvøruhandilin í Sundalagnum. Í nakrar vikur hevur eingin handil verið har, men fríggjadagin 28. februar ber aftur til at fara til handils við Norðskála, tí tá letur Bónus upp handil. Og um nakrar vikur fáa sundalagsfólk tvinnar møguleikar, tá tey skulu til handils, tí tá byrjar Á-handilsketan sítt virksemi har.

Bónus byrjar
Bónus letur handil upp í bygninginum, har Inn plagdi at vera. Tey hava í fleiri vikur um- og útbygt eyðkenda gula bygningin, sum nú er vorðin svartur og hevur fingið eina glasfasadu.
Tað er SMS, sum eigur Bónus, og Dánjal Jespersen er leiðari fyri Bónus-handlarnar.
- Bónus-handilin við Norðskála líkist nú nógv teimum nýggju Bónus-handlunum. Kring landið hava vit nú sjey Bónus-handlar, umframt Miklagarð í SMS og tær tríggjar Mylnurnar í høvuðsstaðnum.
Dánjal Jespersen upplýsir, at gólvvíddin liggur um 540 fermetrar og tey, sum hava verið við í hesi verkætlan og dagføring frá byrjan, eru sera spent eftir at vita, hvussu undirtøkan verður.

Á ávegis
Hin stóri matvøruhandilin, sum letur upp um nakrar vikur, er Á. Tað gera tey í nýggja handilsbygninginum hjá hjá Heðini Zachariassen, sum varð reistur leygardagin. Heðin Zachariassen er borgarstjóri í Sunda kommunu og vinnulívsmaður.
Hann og konan eiga frammanundan handilin Brá, og nýggi handilsbygningurin, verður bygdur upp í klædnahandilin Brá.