Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen spældu báðir allar 90 minuttirnar, tá teir og liðfelagarnir ognaðu sær eitt stig í einum málleysum javnleiki á heimavølli á Valby Idrætspark ímóti Herfølge. Heimasíðan hjá Frem metir, at Frem varð tað betra liðið sæð yvir allan dystin, serliga í 1. hálvleiki. Men fremmarnir lata ikki illa at. Teir eru ósigraðir í sjey dystum nú. Frem liggur á einum 8. plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 18 stigum fyri 14 dystir. Teir hava 5 stig niður til niðurflytingarstrikuna, og 11 stig upp til uppflytingarstrikuna. Seinasti dysturin hjá Frem í 2008, verður á útivølli ímóti Viborg, sum liggur á 2. plássi í deildini við 29 stigum.