Aftur reint vatn í høvuðsstaðnum

Men enn er neyðugt at kóka vatnið í Kollafirði, Nólsoy og Kirkjubø.

Tórshavnar kommuna hevur síðstu vikuna arbeitt við at reinsa drekkivatnið í kommununi, aftaná at bakteriur vórðu staðfestar í fleiri støðum í kommununi, harímillum í Kollafirði, Nólsoy, Kirkjubø og stórum partum av Havnini.


Kommunan hevur tískil heitt á fólk um at kóka drekkivatnið í teimum dálkaðu økjunum, meðan arbeitt hevur verið við at reinsa vatnið.


Í dag boðar kommunan so frá, at seinastu kanningarnar av drekkivatninum í Havn vístu ongar bakteriur, og sostatt er ikki longur neyðugt at kóka vatnið.


Mælt verður tó framhaldandi til at kóka vatnið í Kollafirði, Nólsoy og í Kirkjubø, til nærri boð verða givin.