Aftur í ár verður festivalur fyri eldri í Runavík

Talan er um ein tónleikafeatival fyri tey tilkomnu og eldru

Aftur í ár verður Seniorfestivalur í Runavík. Tað er aftur Roðin, sum er eldratænastan á Skálafirði, ið skipar fyri.

Seniorfestivalurin er ein tónleikafestivalur fyri tey tilkomnu, og tey eldru, og hann verður seinnapartin leygardagin 1. juni.

Endamálið við festivalinum, sum nú hevur verið nakrar ferðir, er at geva fólki høvi til at heilsa uppá gamlar kenningar og íbúgvar annars á røktarheiminum.
Og so verður sjálvsagt eisini nógvur tónleikur á røktarheiminum í Runavík, og rundanum har, har eisini eitt stórt tjald verður.

Tey, sum fara at syngja og spæla á festivalinum eru Hallelujasofus, Punktum, Marjun Wolles & Kjartan Valdemarson, Fourmehn, Hanus G, Elin B. Heinesen, Kára P, Vestmenn og Sløkkiliðið á Skálafjørðinum.

Hesa ferð verður eisini felagssangur á skránni og búfólk á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi, og fólk, sum koma á dagtilhaldi, hava eisini málað nakrar málningarnir, sum verða vístir fram, og sum eisini verða til sølu.