FLOGBÓLTUR
Ivasamt var undan dystinum ímóti Álandi í gjár, um føroysku menninir kundu gera nakað við álendingarnar, sum higartil høvdu verið nógv besta liðið í okkara bólki. Serliga hevur ligið illa fyri hjá øðrum liðum at koma fyri seg, so skjótt Áland er komið framum í einum setti.
Liðið hjá álendingum er tað best samanspælda, tí bulurin á tí eru fyrst og fremst spælarar úr IFK Mariehamn, sum spælir í næstbestu finsku deildini, og tað sást eisini fleiri ferðir í dystinum í gjár, at spælið hekk sera væl saman.
Men føroyski stríðsviljin var stórur, hóast tað ikki ordiliga rakk til at hótta Áland í teimum báðum fyrstu settunum, sum endaðu 15-25 og 18-25. Tó sóust batar longu í øðrum setti, tá Jón Joensen kom á vøllin fyri fyrstu ferð undir hesum leikunum.
Hann fekk ein skaða undir síðstu venjingini undan leikunum og hevur ikki verið klárur fyrr enn nú. Men saknur hevur verið í honum hinar dystirnar, og hví so er, megnaði Jón at vísa, tí hann gekk beinanvegin undan og vísti seg at fáa allar hinar upp við sær.
Í triðja setti gjørdist tað nógv javnari og nógv meira spennandi, og Føroyar høvdu allar møguleikar at taka settið, men máttu lúta, tí persónlig mistøk, so sum vánaligar servur, kostaðu ov nógv. Tó er at vóna, at hetta er tað, liðið ætlar at leggja seg eftir í seinasta dystinum, sum verður ímóti Jersey í morgin, tá fimtaplássið stendur upp á spæl.