Aftur ólag í tinginum

Aftur í morgun kom ólag á í Løgtinginum, tá ið landsstýrisfólk skuldu svara spurningum frá løgtingslimum. Fyri jól átalaði løgtingsformaðurin harðliga, at landssýrisfólk ikki vóru møtt í Løgtinginum á einum fundi, tá ið spurningar vóru á skránni.

Aftur í morgun vóru ófráboðaðir spurningar á skránni, men aftur hesuferð knípti tað hjá landsstýrisfólkum at møta upp.

Johan Dahl og Jóannes Eidesgaard høvdu boðað formansskapinum frá, at teimum barst frá at møta og Rósa Samuelsen hevði boðað frá, at hon stóð føst í ferðsluni og varð ov sein.

Á løgtingsfundinum í morgun var ein tími settur av til spurningar frá løgtingslimum til landsstýrisfólk.

Hesuferð fekk sjálvstýrisflokkurin fyrsta spurningin og hetta høvi brúkti Kári P. Højgaard til at spyrja Aksel V. Johannesen um heilsutrygd og ognirnar hjá sjúkrakassanum.

Men tað nyttaði lítið, tí eisini landsstýrismaðurin í heilsumálum varð ov seinur á Løgtingsfundin og sostatt fekk løgtingsmaðurin onki svar.

Hetta átalaði Kári P. Højgaard, tí hann helt, at landsstýrisfólk skuldi hava skyldu at møta, tá ið spurningar vóru á skránni.

Seinast ófráboðaðir spurningar vóru á skránni, var tíðin farin, áðrenn Sjálvstýrisflokkurin slapp framat, so heldur ikki tá fekk hann høvi at seta ein spurning, hann hevði ætlað sær.