Tað er aftur ólag á flogferðsluni í dag. Tað er kavsvart í mjørka vesturi í Vágum og tey bæði flogførini, ið skuldu verið komin í morgun, eru ikki komin.
SAS, sum skuldi lenda klokkan 11.30, hevur rætt og slætt avlýst flúgvingina í dag, og fyrsta flogfarið hjá Atlantsflogi, sum skuldi lenda úr Bergen klokkan 11, hevur flogið í klingur vestanfyri Sandoynna í trý korter nú.
Tey hava ikki givið skarvin yvir enn og vóna at kunna lenda á miðdegi