Síðani á nýggjárinum, tá kynsligur ágangur og neyðtøkur vóru í hópatali í Köln og øðrum týskum býum, hevur politiið tikið ymisk fyrivarni og økt vaktarhaldi, nú karnivalur er á skránni í býnum.
Allíkavæl hevur søgan endurtikið seg, síðani karnivalurin byrjaði, tí í minsta lagi 180 handtøkur hava verið, og sagt verður, at tað í fleiri førum hevur verið sum endurtøka av tí, ið hendi har á nýggjárinum.
Bara hósdagin, sum var fyrsti dagurin í karnivalinum, vóru 224 brotsverk meldað, skrivar APA-tíðindastovan, og ikki færri enn 11 politistar fingu smærri løstir, tá teir royndu at gera sítt arbeiði í mannamúgvuni.
Tilsamans hevur talan í øllum førum verið um 18 dømi um kynsligan ágang, harav minst ein neyðtøka, og nú stúra fleiri fyri, hvussu tað verður um vikuskiftið, tí karnivalurin er vikuna út.











