Aftur koyrandi gjøgnum Kollafjarðartunnilin

Løgreglan hevur latið tunnilin upp aftur.

Nú er aftur koyrandi gjøgnum Kollafjarðartunnilin aftaná at løgreglan fyrr í morgun stongdi tunnilin. Avgerðin varð tikin at stongja tunnilin, aftaná ein bilførari hevði koyrt inn í síðuna á tunnilin.


Løgreglan upplýsti tá, at ongin álvarsamur mannskaði hendi í óhappinum.