Aftur í nátt hevur innbrot verið í leguhúsinum, Zarepta, í Vatnsoyrum.
Leguhúsið liggur nakað burturfrá fólki, so tey eru illa roynd av innbrotstjóvum, og so var aftur í nátt.
Tað, sum fekk løgregluna at varnast innbrotið, var, at eldávaringin sló til, tað verður, sjálvvirkandi, skrásett hjá sløkkiliðnum í Havn, sum síðani boðar løgregluni frá.
Tá ið løgreglan kom á staðið, var ongin til staðar. Men tað sást beinanvegin, at onkur hevði brotið seg inn ígjøgnum eina úthurð.
Inni høvdu innbrotsjóvarnir funnið ein vinkulslípara, og so fóru teir inn á skrivstovuna, og fóru í holt at at skera peningaskápið upp.
Men á Zarepta er eisini ein ljóðávaring, og hon hevur sligið til av larminum, og løgreglan heldur, at tað hevur fingið innbrotstjóvarnar at taka til rýmingar.
Hinvegin hevur vinkulslíparin gjørt so nógvan royk, at roykávaringin eisini slóð til og ávaraði løgregluna.
Pengaskápið er sterkt, so tað eydnaðist ikki tjóvunum at fáa tað upp, áðrenn teir máttu taka til rýmingar og løgreglan sigur, at nú verður málið kannað.