Aftur illgruni um ebola í Danmark

Ein sjúklingur er innlagdur á Hvidovre Hospital við illgruna um ebola.

Ein sjúklingur er innlagdur á Hvidovre Hospital við illgruna um ebola.

 

Varastjórin á sjúkrahúsinum, Torben Mogensen, váttar tíðindini fyri DR.

- Eg vil einans vátta, at vit hava ein sjúkling, ið verður kannaður fyri ebolasmittu, sigur hann.

 

Viðkomandi er nýliga komin heim úr Vesturafrika við fepuri. Tað er júst í Vesturafrika, at sjúkan er herviligast og tí er illgruni um, at maðurin er raktur av ebola.

 

Sjúkrahúsið í Hvidovre væntar svar upp á blóðroyndirnir frá sjúklinginum í kvøld. Vanliga tekur tað um fýra til seks tímar at fáa svar upp á tílíkar royndir.

- Sjúklingurin er nú settur í einarúm, og starvsfólkini taka neyðugu atlitini, sum um at tað var staðfest, at hetta er ebola, meðan vit bíða eftir svarunum, sigur Torben Mogensen.

 

Tað er eisini á Hvidovre hospital, at føroyingar, ið sum eru undir illgruna at vera fongdir av ebola, skulu viðgerast.

 

Hetta er aðru ferð, at ein persónur er innlagdur á Hvidovre sjúkrahús við illgruna um ebola. Fyrru ferð var talan um eitt starvsfólk hjá DR, men tá vístu blóðroyndirnar, at talan ikki var um ebola.

 

Les eisini Ebolatilbúgvingin er upp á pláss.