Seinastu árini hava føroysku grunnarnir roynst kargir. Lítið hevur verið at fingið av toski, hýsu og upsa á landgrunninum.
Ein glotti hevur verið á Føroyabanka, eftir at Bankin hevur verið friðaður fyri vinnuligari veiðu í fleiri ár.
Nú er Føroyabanki so opin aftur fyri avmarkaðari vinnuligari veiði, men her er neyðugt at fara fram við størsta varsemi.
Hin 13. mars fer havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, út aftur á Føroyabanka at gera váryvirlitstrolingar.
Aftur hesaferð er spenningurin sjálvsagt stórur - ikki minst, nú landgrunnurin annars ikki roynist nakað serligt, hvørki til tosk, hýsu ella upsa.
Á Føroyabanka hevur tað sæð hampiliga gott út seinnu árini - við toski, men serliga við hýsu.
Kann tað veruliga vera munurin, at Bankin hevur verið friðaður fyri vinnuligari veiði so leingi?
Hvør støðan er á Bankanum beint nú, fáa vit at síggja, tá Jákup Sverri kemur aftur av túrinum í seinnu hálvu av mars.
Er tað veiðan, sum er ov stór á landgrunninum, ið er orsøkin til vánaliga fiskiskapin - ella eru tað veðurlagsbroytingar við heitari sjógvi, sum gera, at toskurin ikki trívist?
Hvør er tilgongdin av yngli og smáfiski, og hvussu eru vakstrarlíkindini? Spurningarnir kunnu vera nógvir, men tað er ikki vist, at svarini eru so einføld.
##med2##
Enn einaferð eru tey so smátt farin at fyrireika Føroyabankakvøld á Barbaru í Havn, har borðreitt fer at verða við bestu rávøruni, sum føroyskur sjógvur eigur.
Í døgunum, 22. og 23. mars, fer fiskamatstovan aftur at bjóða fólki til borðs, og eftirspurningurin eftir borðum við leskiligum fiski av Føroyabanka er altíð stórur.
Kundi tú hugsað tær at roynt tosk av Føroyabanka á Barbaru til várs, ber longu nú til at bíleggja sær pláss á hugnaligu matstovuni.
Tá tíðin til Føroyabankakvøldini nærkast, kann tað gerast trupult at fáa pláss til hetta gastronomiska tilfeingið og upplivilsi, sum Føroyabankatoskurin er.