Aftur harðar hvirlur sunnudagin

Eitt lágtrýst við Ísland fer í ein landnyrðing og brúgvalagið haðani eystan fyri Føroyar fer longur í ein eystan. Leygardagin fer eitt djúpt lágtrýst vestan fyri Ísland í ein landnyrðing og brúgvaløgini haðani fara við regni og vindi framvið Føroyum, áðrenn eitt sterkt rák av útsynning og vestri við óstøðugari og kaldari luft við ælaveðri fylgir teimum. Týsdagin nærkast væntandi ein hitabrúgv við regni Føroyum av vestri.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s. Tað klárar sum frá líður í av vestri, onkrir sólglottar og okkurt æl, men í kvøld dregur samanum. Í nátt lækkar hann í ein sunnan og veksur sum frá líður vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum fyrrapartin hækkar í ein útsynning og vestan. Samdrigið og regn, seinnapartin klárar í, tó okkurt einkult æl. Hitin um dagin um 11 stig, um náttina niður í 4 stig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, um kvøldið eitt skifti strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Sólglottar og okkurt æl, annars yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Mánadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Ælaveður, tó onkrir sólglottar, um náttina allarhelst skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, eitt skifti minkar hann vindin í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn meginpartin av tíðini. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.