15 fólk lógu eftirá, tá vápnaðir menn lupu á eina bilvaskihøll í býnum Tepic í meksikanska landspartinum Nayarit í gjár. Tey flestu av teimum 15 vóru ungir menn, sum arbeiddu í høllini.
Hetta er tað triðja álopið av hesum slagnum teir seinastu dagarnar. Tað fyrsta var, tá vápnaðir menn skutu ungdómar, sum hildu veitslu, og í hinum førinum søktu vápnaðir menn at einum stovni, sum viðger fólk fyri rúsevnamisnýtslu.
Meksikanska løgreglan hevur illgruna um, at álopini kunnu hava samband við, at løgreglan legði hald á eina stóra nøgd av rúsevnum fyri stuttum.
Higartil í ár hava meiri enn 7.000 meksikanar latið lív í harðskapi, sum hevur tilknýti til tey eirindaleysu rúsevnaharkaliðini.