Nú ræður um hjá EB/Streymi at venda sær hinvegin. Síðani mikukvøldið´hevur lagið verið gott og fagnaðurin stórur um, at tað fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist at vinna steypakappingina. Sagt varð, at árið er bjargað. EB/Streymur hevur sum kanska fyrsta felag yvirhøvur í Europa vunnið sær atgongumerki til UEFA Cup næsta summar.
Í kvøld og fram til sunnudagin er tað uppgávan hjá Piotr Krakowski og Sámal Eriki Hentze at fáa fegnu spælararnar at goyma steypasigurin og heldur at venda eygunum móti landskappingardystinum ímóti AB.
Tá ið AB fyrr í summar vitjaði, vann EB/Streymur trivaligan sigur, men annars hevur tað ikki gingið meiri enn passaligt á heimavølli. Fýra ferðir hevur EB/Streymur kiksað á egnum vølli, har tey stigini eru mist, sum resta í fyri at vera heilt á toppinum og harvið hava møguleika at vinna FM heitið afturat Løgmanssteypinum.
Tað er greitt, at miðverjan skal umskipast, tí liðformaðurin Egil á Bø er leikbannaður.
AB hevur einki út at geva. Støðan er hættislig, og um talan ikki skal gerast um leygardagsfótbólt á Argjum næsta ár, so mugu stig og sigrar vinnast í avbjóðingum, sum á pappírinum tykjast vónleysar.
Síðsta sunnudag helt AB leingi tørn ímóti NSÍ, men so gjørdist munurin tann, sum hann oftast er á toppi og botni:
- Hugburðurin var góður, og vit stríddust væl. Vit fara at royna at halda fram við tí og vóna so, at tað fer at eydnast at fáa stig burturúr. Sum nú er hugsa vit ikki so nógv um spælið. Tað ræður um at fáa stig á kontina, sigur Hanus Jacobsen í AB.