Í morgun slapp ein privat kundi hjá EIK inn á fimm ymiskar kontoir hjá eini føroyskari fyritøku. Maðurin hevur einki samband við fyritøkuna.
Nú er aftur galið við føroysku heimagreiðslunum.
Ein maður loggaði í morgun inn á sína heimagreiðslu, men fann ikki tær kontoir, ið hann hevði væntað.
Ístaðin fyri at síggja yvirlit yvir sínar egnu kontoir, slapp maðurin inn á fimm ymiskar kontoir hjá eini føroyskari fyritøku. Umframt hetta, vóru eisini allir upplýsingarnir til gjaldskortini hjá fyritøkuni.
Tað, sum maðurin og fyritøkan hava til felags er, at ábyrgdarhavandi hjá fyritøkuni og maðurin hava sama fornavn.
Marner Jacobsen, stjóri í EIK sigur, at talan í hesum førinum var um ein manuellan skeivleika.
-Eitt starvsfólk hjá okkum hevur gjørt ein manuellan skeivleika. Talan er ikki um skeivleikar í nýggju skipanini, sigur Marner Jacobsen.
Trupulleikarnir hava verið nógvir, síðani føroysku peningastovnanir umløgdu KT skipanirnar. Serstakliga hevur trupulleikin hjá EIK verið, at kundar sleppa inn á kontoir hjá øðrum.
-Vit mugu viðganga, at trupulleikarnir hava verið nógv størri enn vit vóru fyrireikaði uppá, staðfestir Marner Jacobsen.
Men kortini heldur Marner Jacobsen, at føroyingar kunnu hava álit á nýggju skipanini.
-Tað er ikki grundleggjandi skeivleikar við skipanini. Talan er bert um byrjunartrupulleikar, staðfestir Marner Jacobsen, sum tó viðgongur, at skipanin enn ikki riggar júst sum hon skal.