Í gjár vóru 64 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
3372 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 642 smittað, fimm eru innløgd, og seks eru deyð við koronu í Føroyum.