Aftur fimm minuttir til Brand

Brandur H. Olsen fekk aftur fimm á vøllinum, tá FCK í dag vann í steypakappingini

FCK vann í dag 2-0 á FC Vestsjælland í donsku steypakappingini. Føroyski landsliðsspælarin, Brandur Hendriksson Olsen, kom á vøllin seinastu fimm minuttirnar.

 

Brandu kom á vinstru síðu á miðvøllinum, og var fleiri ferð í spæli teir fáu minuttirnar hann var á vøllinum. Tað slapp hann bara heilt væl frá, men talan bleiv ongantíð um nakað vandamikið álop.

 

Ståle Solbakken, venjari hjá FCK, tykist ikki hugsa eins nógv um Brand hetta kappingarárið, sum hann gjørdi farna kappingarár. Undan hesum dystinum va mett, at tað var ein møguleiki fyri, at skálvíkingurin fór at byrja inni.

 

So var ikki. Heldur ikki bleiv talan um ein hálvleik, ella nakað líknandi. Ståle bíðaði heilt til 85 minuttir vóru spældir, áðrenn Brandur kom á vøllin.