Aftur fast undir fótum

Amerikanska rúmdarferjan Endeavour setti seg tíðliga í morgun á Kennedy-rúmdarstøðini í Florida. Seks fólk vóru við ferjuni hesaferð, og uppgávan var at gera ymsar útbyggingar og ábøtur umborð á altjóða rúmdarstøðini ISS, sum er í ringrás um jørðina.

Amerikanska rúmdarumsitingin fer at gera fýra ferjuferðir afturat út í rúmdina, og tann seinasta verður við Discovery í september. Tá endar amerikanska rúmdarferjutíðarskeiðið, sum byrjaði í 1981.

Ætlanin er at brúka russisk Sojus-rúmdarfør, tá tann seinasta ferjan verður løgd, skrivar AP.