Aftur eldur í bankamálinum

Kritikkurin frá búskaparfrøðingum og andsstøðupolitikarum av avtaluni millum donsku stjórnina og landsstýrið sendir eisini ristingar í Tinganes. Løgmaður langar eftir formanninum í donsku Ráðgevandi Nevndini. Høgni Hoydal vísir aftur donsku útleggingunum og sigur, at seinasti orðadrátturin enn einaferð ber boð um ógreiða ábyrgdarbýtið millum Føroyar og Danmark

Føroyska bankamálið livir enn í donskum politikki. Í kjalarvørrinum á útsøgnum frá donskum búskaparfrøðingum um, at skuldarsanering var á ongan hátt viðkomandi, tá danska stjórnin valdið at rinda føroyingum 1,5 milliard krónur, krevur politiska andstøðan í Danmark nú tøl á borðið frá danska fíggjarmálaráðharranum Mogens Lykketoft.

Andstøðan vil hava at vita við vissu, hvussu stórur partur var endurgjald fyri Føroya Banka, og hvussu stórur partur fór til skuldarsanering, tá avtalan var gjørd við føroyingar 10. juni í ár um endurgjald upp á 1,5 milliardir krónur.

Og andstøðan hevur fingið vind í seglini, nú fleiri danskir búskaparfrøðingar siga, at skuldarsanering var slettis ikki upp á tal, tá avtalan varð gjørd. Eitt nú vísir nationaløkonomurin Peter J. Petedrsen á, at yvirskot er á føroyska gjaldsjavnanum upp á eina milliard krónur, og tí kallar hann skuldarsaneringar ?for noget særpræget?.


Løgmaður ónødur

Í Føroyum hevur Anfinn Kallsberg løgmaður gjørt vart við sína misnøgd nú eisini formaðurin í Ráðgevandi Nevndini ? Arne Larsen ? við síni frágreiðing til donsku stjórnina, í veruleikanum undirgravar føroysku strembanina eftir, at fáa ein sunnan búskap at virka.

Løgmaður kallaði i útvarpinum sunnukvøldið útsagnirnar hjá Arna Larsen um, at ?tað gongur so ótrúliga gott í Føroyum? fyri beinleiðis skaðiligar, og vísti á, at landsstýrið roynir at bøta um kappingarførið, umframt at reka ein varnan og skilagóðan búskaparpolitikk.

?Statsstøtte til stenrige færinger? var eisini ein av yvirskriftunum í Berlingske Tidende mánadagin 7. september, har vinkulin er, at føroyingar fingu meira enn neyðugt var hjá donsku stjórnini at rinda, tá avtalan var gjørd fyrr í summar.


Ógreiða ábyrgdar-

býtið spøkir

Høgni Hoydal heldur, at toganin millum donsku stjórnina og andstøðuna er enn eitt dømi um, hvussu ógreiða ábyrgdarbýtið millum báðar ríkispartarnar setir sín óhepna dám á orðaskiftið.

Høgni Hoydal leggur enn einaferð dent á, at avtalan frá 10. juni ikki bara er gjørd út frá handilsligum tølum um eitt partabrævabýtið. Avtalan var eisini politiskt og tók støðið í tí ógvusliga fallið, sum rakti føroyska búskapin og føroyska fólkið frá 1992 og frameftir. Tað var ikki bara ein banki, ið bleiv raktur av donsku inntrivunum í føroysku kreppuna ? men alt samfelagið. Og hetta var partur av føroyska samráðingarupplegginum.

? Út frá tí er tað burturvið at práta um, um føroyingar fingu ov nógv ella ov lítið í avtaluni við danir 10. juni, sigur Høgni Hoydal.

Í Danmark er eitt av høvuðskritikkpunktunum hjá andstøðuni, at danska stjórnin helst seldi seg so bíliga til føroyingar, tí stjórnin hevði brúk fyri at fáa sokallaða hvítusunnupakkan samtyktan. Pakkin varð samtyktur ? við hjálp frá tveimum passivum føroyskum fólkatingslimum.

Høgni Hoydal sigur, at tað var ongantíð partur av føroyska samráðingarupplegginum at bjóða fólkatingsatkvøður fyri eina góða avtalu. Hann vísir sostatt til, at hetta er eitt innanríkispolitiskt mál, sum danir sjálvir mugu greiða.

Høgni Hoydal leggur eisini dent á, at ein høvuðstáttur hjá verandi landsstýri er at leggja lunnar undir ein sjálvbjargnan búskap. Hann vísir eisini á, at í avtaluni frá 10. juni er staðfest, at føroyingar hava fulla ábyrgd av føroyska búskapinum.

Vandin fyri at avtalan um milliard-endurgjaldið verður annullerað er ongin. Avtalan er bindandi, og sum so uppfatar landsstýrið eisini málið at vera avgreitt.Kortini fer landssstýrið at reisa málið danski forsætismálaráðharrin Poul Nyrup Ramsussen kemur á vitjan hósdagin.