Aftur eitt flogfelag á húsagang

Tað almenna ungarska flogfelagið Malev kunngjørdi í morgun, at tað er farið av knóranum, og at allar rutur steðga alt fyri eitt. Malev hevur millum annað havt rutuflúgving millum Keypmannahavn og Budapest, og eftir ferðaætlanini skuldi felagið gera tvær ferðir hvønn vegin í dag.

Hetta er aðru ferð ta seinastu vikuna, at eitt størri evropeiskt flogfelag noyðist at seta flogførini. Tað fyrra var Spanair, sum felagið Star Allinace eigur.

Malev hevur havt rutuflúgving í 66 ár, og verður felagið ikki keypt ella endurskipað, fer tað í søguna. Fyri stuttum gav ES felagnum boð um at endurrinda eina milliard krónur, sum felagið fekk í ólógligum stuðuli frá ungarsku stjórnini í árunum frá 2007 til 2010. Tað megnar felagið ikki.