Aftur eini sethús reist á Strondum

Nýggja farleiðin millum Skálafjørðin og meginøkið kveikir áhugan at seta búgv í Eysturoy.

Í gjár vórðu enn eini sethús reist á Strondum, hesaferð Innan Glyvur. Eigarar av húsunum eru Drós Reinert Joensen og Olaf Ellingsgaard.

 

Tað er byggifyritøkan, Sp/f HPH Smíð, sum byggja húsini fyri eigararnar. Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu - www.sjovar.fo - síggjast fleiri myndir av húsunum.

 

- Vit ynskja Drós og Olafi hjartaliga tillukku við reistu húsinum, siga tey í kommununi.

 

Nógv hevur verið bygt á Strondum seinnu árini, og her eru fleiri nýggj hús komin upp.

 

Nýggja farleiðin millum Skálafjørðin og meginøkið kveikir lív í áhugan at seta búgv við Skálafjørðin og kring um í Eysturoy.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Á Strondum verður bygt fleiristaðni í kommununi, og hesi húsini standa Innan Glyvur.