Aftur ein tilburður av koronu staðfestir í Føroyum

Hetta er fyrstu ferð í meiri enn ein mánað

 

Nú er aftur ein tilburður av koronu staðfestir í Føroyum. Tað varð í gjár, at smittan varð staðfest hjá einum ferðafólki, sum kom til Føroya úr útlondum, og hetta er fyrstu ferð síðani á grækarismessu, 12. mars, at korona er staðfest í Føroyum.

Lars Fodgaard Møller, landslækni sigur, at talan er um eitt fólk, sum kom við flogfari í gjár og talan er um bretska variantin, sum aftur er staðfestur í Føroyum og fólkið, sum er smittað, er sett í sóttarhald. Hann sigur, at eftir hansara sannføring er tamarhald á smittuketuni, og eingin annar er settur í sóttarhald, tí viðkomandi hevur borið seg rættiliga  skynsamt at. Tey, sum sótu tætt við í flogfarinum, eru kunnað og eru biðin um at vera ansin hesar næstu dagarnar, tað hevur ikki elvt til, at fleiri eru sett í sóttarhald, sigur landslæknin - uttan ta vanliga fýra daga heimauppihaldi, sum øll skulu í, sum ikki eru liðugt koppsett.

Í gjár vórðu 172 fólk kannað fyri koronu og tilsamans eru nú 247.602 kanningar gjørdar í Føroyum.

Tilsamans hava 662 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 660 fólk eru staðfest at verða frísk aftur. Higartil er eitt fólk deytt við koronu í Føroyum, og í løtuni er so eitt fólk smittað.