Aftur ein tilburður av koronu í gjár

Viðkomandi er í sóttarhaldi

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 335 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 134.070 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 475 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 441 fólk staðfest frísk aftur, og sostatt eru 34 fólk smittað í løtuni.

Eitt fólk er innlagt á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við korona