Aftur ein til FCK

Hvørki leiðsla ella venjari tykjast hava hug til at bíða eftir, at skeiva ítróttarliga rákið skal venda.

Í blaðnum í gjár nevndu vit, at FCK hevur sýnt áhuga fyri at keypa fyrrverandi danska landsliðsleikaran, Jacob Laursen, sum seinastu árini hevur leikt við Derby.

Mikukvøldið kunngjørdi leiðslan í høvuðsstaðarfelagnum so, at felagið er komið ásamt við leiðsluna í Derby um at keypa Laursen. Enn væntar tó at avklára persónligu viðurskiftini við Laursen, men roknað varð tó við, at alt hetta skuldi verið komið í rættlag í gjár, hósdagin.

Jacob Laursen hevur als ikki leikt á liðnum hjá Derby í ár Hetta er tó einamest orsakað av, at hann hevur gjørt leiðslu felagsins greitt, at hann fegin vildi heim aftur til Danmarkar av personligum ávum. Annars var hann í fjør liðskipari á Premier League liðnum, og var sera avhildin av bæði venjara og leikara.

Sostatt er líkt til, at kreppurakta høvuðsstaðarfelagið hevur tveir nýggjar leikarar í hópinum, tá teir komandi umfari skulu takast við Brøndby í dystinum, sum verður nevndur nýklassikkarin í donskum fótbólti.

Umframt Laursen hevur felagið í vikuni skrivað sáttmála við Kanadiska málverjan, Alan Combe.