Minst seks fólk doyðu, og umleið 30 vórðu særd, tá ein palestinskur sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina inni í einum bussi norðan fyri Tel Aviv gjáramorgunin.
Fólk, sum sóu tilburðin, greiddu ísraelska útvarpinum frá, at spreingingin var ógvuliga hørð. Tey søgdu, at maðurin var mitt í bussinum, tá hann lat bumbuna ganga av. Bussurin var á veg úr Tel Aviv til býin Afula, sum er longur norðuri, og tey flestu fólkini í bussinum vóru ísraelsmenn, sum vóru á veg til arbeiðis.
Tilburðurin, sum var beint við ta sokallaðu "grønu linjuna", sum skilir Ísrael og Vestara Áarbakka, hendi dagin eftir, at amerikanski varaforsetin, Dick Cheney, var farin úr Ísrael, har hann hevði tosað við politisku leiðararnar um møguleikarnar fyri friði.
Tilburðurin var tó ikki tann fyrsti aftan á amerikansku vitjanina, tí longu týskvøldið skutu ísraelskir hermenn tveir palestinar, sum høvdu søkt at einari ísraelskari bygd á Vestara Áarbakka.
Ísraelska stjórnin endurtók í gjár, at palestinski leiðarin, Yasser Arafat, ger ikki nóg mikið fyri at forða álopum á ísraelsmenn.