Aftur ein Schlüter

Tá tann konservativi flokkurin í Danmark fer at stilla upp til næsta fólkatingsval, verður eftirnavnið Schlüter aftur at síggja á listanum.

Peter Schlüter, sum er sonur fyrrverandi forsætisráðharran Poul Schlüter, hevur játtað at stilla upp fyri tað konservativa valfelagið í Haderslev, har pápin stillaði upp í sínari tíð. Tann yngri Schlüter býr í Keypmannahavn, men hevur havt tilknýti til Haderslev, síðani hann var smádrongur.