Allir hasir tímarnir við telduspælinum loysa seg kortini. Í øllum førum hjá Jóhan Sundstein. Ungi havnamaðurin telist millum heimsins bestu í telduspælinum DOTA2. DOTA er eitt sonevnt multiplayer online telduspæl. Lið av spælarum kappast hvør móti øðrum í telduspælinum.
Væl hevur hilnast hjá Jóhani Sundstein og vinmonnunum. Í novembur 2015 vunnu teir 1,5 milliónir krónur, hálvt ár seinni, í juni, vunnu teir 7,3 milliónir krónur og í farna mánað vunnu teir aftur, hesaferð beint yvir 7 milliónir krónur.
- Tríggjar ferðir havi eg vunnið eina major-kapping, har virðislønin er 1,1 millión dollarar, sigur hann við Politiken.dk.
Jóhan Sundstein hevur vunnið sær ein stóran fjepparaskara í telduspælheiminum og hevur hann ikki færri enn 123.000, sum fylgja sær á Twitter. Til samanberingar hevur Lars Løkke Rasmussen 85.000 fylgjarar.
Hann sigur, at hann vanliga spælir eini fýra, fimm tímar um dagin, men upp til kappingar venja teir meiri. Tá spæla teir upp til seks tímar um dagin, umframt at fyrireika seg taktiskt eini seks tímar afturat.










