Aftur ein meirútreiðsla frá landsstýrinum?

Súni í Hjøllum
Varaborgarstjóri í Nes kommunu
???????????
Nýggja barnaverndarlógin er sum heild eitt gott tiltak. Mong við mær taka fult undir við, at málsræðið verður lagt út til kommunurnar. Men tað er alla átalu vert, um landsstýrið og løgtingið enn einaferð samtykkja eina lóg, sum kann fara at hava stórar meirútreiðslur fyri kommunurnar.
Seinnu árini er ferð eftir ferð komið fyri, at landsstýrið og løgtingið hava álagt kommununum meirútreiðslur, eisini eftir at fíggjarætlanirnar hjá kommununum eru samtyktar. Hesin óskikkur má steðga.
Nú er ætlanin at samtykkja eina lóg, sum lóggevarar eftir øllum at døma ikki vita, hvat hon fer at kosta fyri kommunurnar. Taparin verður hin einstaki borgarin úti í kommununum, tí kommunurnar verða tvingaðar at hækka skattaprosentið, um peningurin frá landskassanum.ikki fylgir við í fult mát. Hetta hevur eisini sosiala slagsíðu, tí tað eru tey lágløntu, sum koma at bera størsta sviðan. Við seinasta skattalættanum í huga er hetta ein keðilig gongd, sum ikki boðar frá góðum fyri tey lágløntu.