Aftur ein javnleikur

Sjónvarpsdysturin gjáranátina ímillum tey bæði amerikonsku varaforsetaevnini, Dick Cheney og John Edwards, endaði javnur

Sum væntað brúktu teir báðir nógva tíð til at umrøða viðurskiftini í Irak og sjálva avgerðina um krígið.

John Edwards vísti á, at sambært fyrrverandi umsitingarleiðaranum í Irak, Paul Bremr, hevur USA ov fáar hermenn í Irak, og harafturat vísti hann á, at sambært Donald Rumsfeld, verjumálaráðhara kann USA ikki prógva, at nakað samband var ímillum Saddam Hussein og yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda.

Cheney svaraði ikki benleiðis.

Tað var týðiliga Edwards, sum var tann meiri ágangandi. Hóast hann ikki hevur serliga drúgvar politiskar royndir, eydnaðist tað honum at vísa á, at hann hevur eina greiða uppfatan av, hvønn uttanríkispolitikk USA eigur at reka. Eins og John Kerry helt hann, at USA hevur átikið sær alt ov tungar byrðar í Irak.

-Vit hava 90 prosent av hermonnunum. 90 prosent av teimum hermonnunum, sum doyggja, eru okkara, og amerikonsku skattgjaldararnir rinda 90 prosent av útreiðslunum í Irak, segði John Edwards.

Cheney vísti á, at irakska stjórnin er tann týdningarmesti sameindi hjá USA í Irak, og hann minti hyggjararnar á, hvussu nógv irakska fólkið hevur mist.

Teir vóru annars ójavnir, tann brosandi Edwards og tann álvarssami Cheney, sum eisini tóktist troyttur og líkasælur viðhvørt. Eygleiðarar í USA halda, at varaforsetin var ikki so sannførdur, sum hann vanliga tykist vera. Hinvegin halda eygleiðararnir, at tað eydnaðist Cheney at bøta eitt sindur um tað vánaliga skoðsmálið, sum Bush fekk aftan á sjónvarpsdystin ímóti Kerry í síðstu viku.

Sambært amerikonsku fjølmiðlunum endaði dysturin gjáranáttina við javnleiki. Næsti dystur verður fríggjakvøldið, tá Bush og Kerry hittast aftur.