– Hatta er ein fantastiskur eginleiki hjá Arnbjørn(Bendast?) Hansen. Tá hann hevur runnið eftir hasum bóltinum tíggju ferðir, so rennir hann eisini tað ellinda ferðuna og tað er ein fantastiskur eginleiki hjá einum áleypara at hava. Arnbjørn skal einki ringt orð hoyra frá mær fyri at hava brent handan møguleikan, sigur Heðin Askham um støðuna tá Arnbjørn fangaði “jólagávuna” frá Herberti í Lon Jacobsen.
EB/Streymur vann mánakvøldið í síðastu viku 3-0 á B68 og bjóðaði oddinum í landskappingini av. Í løtum í fyrra hálvleiki var spælið gott, men í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki hendi at kalla einki.
- Einki riggar í fyrra hálvleiki. Vit fáa ikki uppspælið at koyra og B36 liggur sera kompakt í verjuni. Tí endar tað við longum sendingum frá til framherjarnir. Vit tosaðu í hálvleikum um at vit máttu rættu uppá tað og eg haldi at vit spældu ein góðan seinna hálvleik, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.
Seinni hálvleikur var smáar 10 minuttir gamal, tá B36 fekk hol á. Christian R. Mouritsen hegnisliga snýtti tveir sundalagsmenn í høgru siðu og legði bóltin innfyri til ein leysan Jákup á Borg, ið legði B36 á odda.
Eftir málið misti B36 tamarhaldið á dystinum og sundalagsmenn tók yvir og skaptu fleiri góðar málmøguleikar. Millum annað tá Arnbjørn fangaði afturleggingina hjá Herberti í Lon, men Jóhan Pauli Jakobsen í B36 málinum stór bjargaði. Jóhan Pauli spældi ein góðan dyst í málinum hjá B36.
Tá so EB/Streymur fekk bóltin framvið Jóhan Paula, var tað fyrst eftir eina góðan bjarging, frá U21 landsliðsmálmanninum. Gudmund Nielsen var fyrstu á returinum og stútaði bóltin í mál. Løtu seinni fekk innskifti Dánjal Davidsen ein risa møguleika at avgera dystin. Leysur frammanfyri málinum stútar hann eitt innlegg á tvørstongina. Bólturin kemur út aftur og rakar Dánjal á beini og stíðani á stongina og út.
– Tað var ótrúliga erguligt at vit ikki fáa umsett onkrar av hasum møguleikinum til mál. Vit hava møguleikar at skora bæði eitt og tvey mál aftrat. Eitt stig á útivølli er ikki so gali, men eg haldi kundu havt vunnið dystin. Vit ætla okkum upp í toppin sum skjótast aftur, sigur Heðin at enda.
At B36 manglar áleyparar sát tá teir skiftu miðverjan, Dmitrije Jankovic, inn sum fremsta mann. Dysturin var sum heild javnur, men EB/Streymur hevði yvirvág í stórum mál møguleikum. Liðini møtast longu aftur 8. juni við Margáir, tá seinna hálvfinalan í steypakappingini verður leikt. Tann fyrra endaði við 2-1 sigri til B36.